Uttanlands

Sálarsjúkur maður skeyt í Toronto

Tvey lótu lív, meðan 13 onnur vórðu særd

2018-07-24 13:48 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgreglan í Toronto í Kanada hevur nú funnið fram til hvør maðurin var, sum skeyt 15 fólk í Toronto sunnudagin. Tvey av teimum skotnu lótu lív, meðan brotsmaðurin sjálvur tók sítt egna lív.

Sambært løgregluni er talan um ein 29 ára gamlan sálarsjúkan mann.

- Vit almannakunngera hansara identitet orsaka av teimum serligum umstøðunum kring syrgiligu hendingina og við atliti til áhugan hjá almenninginum at vita hvør stóð handan skottilburðin, sigur løgreglan í Ontario, sum fevnir um Toronto.

Familjan hjá 29 ára gamla manninum sigur, at maðurin alt sítt lív hevði álvarsamar sálarligar avbjóðingar og bardist við sálarsjúku og tunglyndi, skrivar Reuters.

Brotsmaðurin fór at skjóta í einum øki við fleiri matstovum. Ein tíggju ára gomul genta og ein 18 ára gomul kvinna lótu lív, meðan trettan onnur vórðu særd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder