Innanlands

Saltimport fingið fyrstu lastina av salti

Skipið Arklow Cloud kom í morgun á Toftir við fyrstu lastini

(Mynd: Nes kommuna)

(Mynd: Nes kommuna)

2024-07-19 17:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggja felagið Saltimport við Tórhalli Thomsen fekk í dag sína fyrstu last av salti.

Tað var skipið Arklow Cloud sum kom við lastini sum var áleið 5000 tons.

Frá 1. juli 2024 hevur MJ-saltsølan á Toftum fingið loyvi frá Nes kommunu at framleiga sín virkisbygning á havnalagnum. 

Saltimport leigar bygningin og fer at brúka hann til sama virksemi, sum hevur verið har áður, skrivar Nes kommuna á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder