Sam fer á beding 29. oktober og til uml. 16. november. Jósup røkir siglingina á kalsoyarleiðini og Ternan ger farmatúrar, skrivar Strandferðslan.
Ferðaætlan fyri Kalsoyarleiðina og Nólsoyarleiðina frá 29. oktober og til 16. november verður tí soleiðis skipa:
Kalsoyarleiðin
“Jósup“ siglir eftir galdandi ferðaætlan á leið 56: Klaksvík - Syðradalur
Farmatúrar
M/F Ternan siglir farmatúr av Klaksvík kl. 11:00 og av Syðradali kl. 13:00 mánadagar og fríggjadagar.
Farmatúrar verða sigldir hesar dagar:
Mánadag: 29/10, 5/11, 12/11.
Fríggjadag: 2/11, 9/11 og møguliga 16/11.
Broytt ferðaætlan fyri leið 506
Meðan Jósup røkir siglingina á kalsoyarleiðini koyrir bussleiðin í Kalsoynni til og frá øllum túrum hjá Jósupi. Ferðaætlanin sæst her.
Nólsoyarleiðin
Meðan M/F Ternan siglir farmatúrar í Kalsoy, røkir Jósup siglingina á Nólsoyarleiðini.
Mánadag 29/10, 5/11 og 12/11 siglir “Jósup” túrarnir av Tórshavn kl. 12:30 og úr Nólsoy kl. 13:00. Túrarnir av Havnini kl. 09:30 og úr Nólsoy kl.10:30 verða ikki sigldir fríggjadag 2/11, 9/11 og møguliga 16/11.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald