Innanlands

Sama nevndin heldur fram

Krabbameinsfelagið hevur havt aðalfund. Forkvinnan fegnast um krabbameinsætlanina, og vónar at tilmælini kunnu hjálpa til, at Føroyar ikki framhaldandi eru eftirbátur á økinum

Nevndin í Krabbameinsfelagnum. Frá vinstru Olga Kristina Hansen, Magnus Magnussen, Marnar Fríðheim Kristianssen, Durita Tausen og Anna Kristina Joensen

Nevndin í Krabbameinsfelagnum. Frá vinstru Olga Kristina Hansen, Magnus Magnussen, Marnar Fríðheim Kristianssen, Durita Tausen og Anna Kristina Joensen

2023-04-25 08:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Krabbameinsfelagið hevði aðalfund í farnu viku. Tveir nevndarlimir, Durita Tausen og Anna Kristina Joensen stóðu fyri vali, og tær vóru báðar afturvaldar.

Durita Tausen heldur fram sum forkvinna. Hini í nevndini eru Magnus Magnussen, næstformaður, Anna Kristina Joensen, kassameistari, Olga Kristina Hansen og Marnar Fríheim Kristiansen. Tiltakslimir eru Martin Joensen og Elmar Ósá.

Durita Tausen nevndi í síni formansfrágreiðing, at árið 2022 var eitt gott ár, har vit fingu nýggja krabbameinsætlan, stórir batar vórðu gjørdir í dagpeningalógini og vit fingu ein Phd-ara í krabbameini.

Føroyar framvegis eftirbátur

Um krabbameinsætlanina segði hon soleiðis:

- Vit fegnast um at hava fingið nýggja krabbameinsætlan. Krabbameinsætlanin er eitt megnaravrik. Har eru 69 tilmæli um, hvat er neyðugt at gera. Tilmælini eru um fyribyrging, screening, betur samskipaða sjúklingagongd, endurmenning, palliatión og hvussu bøtt skal verða um hagtalsgrundarlagið.

- Men orð einsamøll bera ikki á mál. Neyðugt er við avrikum og alneyðugt er at fara til verka.

- Í Føroyum er krabbamein tann sjúkan, sum krevur flest mannalív. Tíbetur eru alsamt fleiri, sum fáa heilsubót. Tað vísa millum annað hagtølini fyri, hvussu nógv liva fimm ár eftir, at tey hava fingið staðfest krabbamein. Somu hagtøl vísa tíverri, at av Norðurlondum eru vit eftirbátar. Bæði tá ið talan er um kvinnur og um menn.

- Besta trygdin fyri, at færri doyggja av krabbameini, er at færri fáa krabbamein. Størsta einstaka atvoldin til krabbamein er tubbak. Áheitanin frá Krabbameinsfelagnum á politiska myndugleikan er tí:

  • Hækkið prísin á tubbaksvørum og avmarkið, hvør hevur loyvi at selja tubbak.
  • Leggið størri dent á at skipa fyri átøkum, sum hava til endamáls at forða fyri, at børn og ung fara at roykja.

Eitt av tilmælunum í krabbameinsætlanini er, at eitt tvørfakligt krabbameinsráð verður sett undir Heilsumálaráðnum. Ráðið hevur m.a. uppgávuna at ráðgeva landsstýrisfólkinum, hvussu tilmælini í krabbameinsætlanini verða sett í verk. Krabbameinsráðið varð tilnevnt síðst í 2022 og landsstýriskvinnan hevur fingið fyrstu tilmælini.

- At vit eru eftirbátar, tað má broytast. Og tað ber til at broyta. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder