Torshavn.fo: Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu fyri 2025 varð løgd fram á býráðsfundinum í gjárkvøldið. Samanumtikið er fíggjarstøðan hjá kommununi góð.
Sambært kommunustýrislógini skal uppskot um fíggjarætlan leggjast fyri býráð í seinasta lagi 1. oktober. Uppskot til fíggjarætlan skulu hava tvær viðgerðir við í minsta lagi 14 daga millumbili. Fíggjarætlanin skal verða endaliga samtykt í seinasta lagi 1. desember.
Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu og barnafrádrátturin komandi ár verða tað sama sum í ár. Skattaprosentið er 19 prosent og barnafrádrátturin níggjutúsund krónur. 241 milliónir krónur eru til íløgur í 2025.
Fólkatalið í Tórshavnar kommunu er vaksið við 11 prosentum árini 2017 til 2023. Til samanberingar vaks fólkatalið í Føroyum við níggju prosentum sama tíðarskeið. Hetta merkir sjálvandi, at kommunan fær fleiri inntøkur, men tað merkir eisini, at kommunan fær fleiri skyldur og útreiðslur til vælferðartænastur.
Fleiri nýggir sáttmálar eru gjørdir á arbeiðsmarknaðinum. Harumframt hevur landsstýrið givið ávísum starvsfólkabólkum lønarlyft. Tað hevur ávirkan á fíggjarligu viðurskiftini hjá kommununi.
So hóast skattainntøkurnar veksa, so veksa rakstrarútreiðslurnar eisini orsaka av lønarhækkingum og lønarlyftinum.
Lønarlyftið kostar Tórshavnar kommunu 14 milliónir krónur longu í ár. Hetta var ikki við í upprunaligu fíggjarætlanini, og tí má hetta fíggjast við einari eykajáttan.
Nýggjar íløgur verða eisini raðfestar í fíggjarætlanini 2025 samstundis, sum aðrar verkætlanir eru komnar undir land.
Dagstovnurin á Hamrinum verður liðugur komandi ár. Langhylurin verður liðugur nú í oktobur, Hádeildin í Sankta Frans Skúla er tikin í nýtslu.
Fimleika og borgarahúsið í Kaldbak er skjótt klárt at taka í nýtslu. Stórhøllin Við Tjarnir verður tikin í nýtslu fyrst í komandi ári, og eisini líður væl við nýggja innkomuvegnum.
Harumframt ger kommunan útstykkingar til bæði bústaðar og vinnuendamál.
Bústaðarútstykkingar verða gjørdar omanfyri Argjahamar, og eisini verða bústaðarútstykkingar gjørdar á Stórutjørn. Vinnuútstykkingar gjørdar á Ovara Hjalla.
So samanumtikið verða íløgur gjørdar á flest øllum økjum fyri at gagna borgarum og vinnu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald