2019-03-18 15:01
Aðalfundur var í Havnar Handverksmeistarafelag mikudagin í farnu viku. Fyri vali stóðu Magnus Magnussen, Stein Olvur Petersen og Torbjørn Hansen. Teir vóru allir afturvaldir.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg á nevndarfundi við Sámal Erik Hentze sum formanni og Magnus Magnussen sum næstformanni. Hinir í nevndini eru Kartin Lenvig, Torbjørn Hansen og Stein Olvur Petersen, skrivar Vinnuhúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald