Mentan

Saman við tær: Nýtt staklag frá Anton Liljedahl

Nýggja staklagið kemur út fríggjdagin 2. oktober – Tað er plátufelagið Tutl, sum stendur fyri útgávuni

2020-10-01 18:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

”Saman Við Tær” nevnist nýggja staklagið hjá Antoni Liljedahl. Ein stórsligin kærleikssangur við gospel kóri og banjo spæli, íð lýsir hvussu kraftin í kærleika kann leiða okkum á eina betri leið í lívinum.

Fyri aðru ferð í 2020 hevur 21 ára gamli sviin, íð flutti til Føroya sum 18 ára gamal, fingið ein stóran møguleika at arbeiða saman við Sam Gibson úr Onglandi.

Sam hevur verið tilnevndur fleiri grammy virðislønir. Hetta gevur lagnum eina ljóðgóðsku sum kann metast við teimum heilt stóru útlendsku nøvnini. Umframt Sam er lagið mastrað í New York av Drew Lavyne íð hevur mastrað óteljandi grammy-vinnandi útgávur.

Orð & Lag : Anton Liljedahl
Upptøkur í: Studio Bloch, Tórshavn
Framleiðslu: Anton Liljedahl & Símun Dam
Ljóðblandað: Sam Gibson
Cardiff Mastrað: Drew Lavyne at A.L.L Mastering, New York
Mynd & húsa: Benjamin Hansen

Anton Liljedahl – Vokal & kassagittari
Símun Dam – Klaver & ljómborð
Oddur Joensen – El-gittari
Fríði Bjarkhamar – Trummur & Slagverk
Sámal Johanessen – Bas
Ragnar Finsson – Banjo
Birita Dam – Viola
Gwendolyn Philbrow – Sello
Fríðunn Nygaard, Jóhanna Steihólm, Anna Hjaltalin, Birita Dam, Jóvan Simonsen, Ari Seward, Ingmar Mikkelsen & Dánial Bærentsen - Kór

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder