Innanlands

Samanlegging í umbúna í Suðuroynni

Í ár skal kannast, hvørjir fyrimunir og vansar eru við at Tvøroyrar- Hvalbiar- og Fámjins kommuna leggja saman. Hinar fýra kommununar í oynni eru ikki við - enn í øllum førum

Kanningin skal vera liðug um ársskifti. Arbeiðsbólkurin skal vera so óheftur sum gjørligt - óvist er, um fleiri enn tær tríggjar norðaru kommununar vera við

Kanningin skal vera liðug um ársskifti. Arbeiðsbólkurin skal vera so óheftur sum gjørligt - óvist er, um fleiri enn tær tríggjar norðaru kommununar vera við

2023-01-04 14:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tollaksmessudag, 23. desember, varð samstarvsavtala undirskrivað av borgarstjórinum í Tvøroyrar -, Hvalbiar - og Fámjins kommunu um felags tilbúgving fyri kommununar.

Les meira: Samstarvsavtala um tilbúgving í norðara parti av Suðuroynni

Grundast kundi tá um, hvørt hetta var eitt lítið fet móti einari kommunusamanlegging, og hóast tað møguliga ikki beinleiðis var tað, so er nú greitt, at arbeitt verður fram ímóti einari samanlegging í norðara parti av Suðuroynni. 

Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyar kommunu, váttar fyri Kringvarpinum, at ein arbeiðsbólkur í ár fer at arbeiða við spurninginum um, hvørjar fyrimunir og vansar eru við einari samanlegging.

Hendan kanningin skal vera liðug um ársskifti, og tað verður gjørt so politiskt óheft sum gjørligt. Tað vil siga, at fólkini sum eru í arbeiðsbólkinum, ikki áður hava "víst politskan lit í spurninginum". Tosað verður eisini um eina møguliga fólkaatkvøðu.

Kristin Michelsen sigur, at hann heldur, at tað ein natúrlig menning, at kommununar leggja saman, og at sjey kommunu í Suðuroynni er ov nógv. Hann avdúkar eisini at hinar fýra kommununar hava fingið bjóða at verið við í tilgongdini, men at Vágs kommuna, Sumbiar kommuna og Porkeris kommuna av ymiskum orsøkum hava sagt nei takk. Hovs kommuna hevur ikki tikið endaliga støðu enn. Møguleiki er tó framvegis fyri at koma við, steðfestir borgarstjórin á Tvøroyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder