2025-03-10 16:00

Bretska bjartingartænastan var í dag send út í Norðsjógvin eftir at tvey skip, eitt tangaskip og eitt bingjuskip, rendu saman út fyri býin Hull við landnyðringsstrondina av Onglandi.
BBC hevur lagt eitt filmsbrot út, sum vísir at eldur og nógvur roykur kemur frá báðum skipunum.
Fólkini eru flutt av skipunum eftir samanstoytin, og BBC skrivar at ein persónur er innlagdur á sjúkrahús, og 36 onnur eru bjargað trygt í land.
Talan er um oljutangaskipið MV Stena Immaculate, sum lá fyri akker, og farmaskipið Solong. Flúgvarabensin – jetfuel – lekur úr lastini á tangaskipinum, og tað sær út á myndunum, sum eldur er í bensininum á sjónum.
(Mynd: BBC)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald