Innanlands

Samanstoytur millum íslendskt nótaskip og føroyskan útróðrarbát

Ein maður var umborð á bátinum, og hann hevur tað gott

Tjaldrið (Mynd: KVF)

Tjaldrið (Mynd: KVF)

2019-04-28 09:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, 27. apríl, klokkan 22.55, móttók Tórshavnradio eitt distress á DSC frá MMSI 231 372 000 uttan knattstøðu og orsøk. Hesum boðar MRCC frá í tíðindaskrivi.

Hetta vísti seg at vera útróðrarbáturin Skarstein.

Lítla løtu seinni ringdi íslendska skipið HAKON og boðaði frá, at teir høvdu borið við ein bát á knattstøðu: 61°34.8N -008° 05.0V. Hetta er góðar 40 fjórðingar vestur úr Suðuroynni. Teir settu bátin út við tveimum monnum at fara til Skarstein, tí samband fekst ikki á VHF rás 16.

Tjaldrið og Tyrlan vóru útkallaði, men gott fimm minuttir seinni, boðaði HAKON frá, at ein maður var umborð á Skarstein, og at hann var komin umborð á HAKON í øllum góðum, og tí varð útkallið av tyrluni avlýst.

Seinni boðaði HAKON frá, at alt vrakgóðs var tikið upp, og at Skarstein lak ikki. Síðani byrjaði HAKON at sleipa Skarstein móti Havnini. 

Beint fyri klokkan fýra í morgun tók Tjaldrið yvir sleipið av Skarstein. Tjaldrið setti fólk umborð á bátin, sum nú siglir við egnari megi móti Havnini, fylgdur av Tjaldrinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder