
- Føroyar vunnu aftur á donskum betongløgfrøðingum á teirra egna heimavølli. Júst sum væntað, so vundu føroyskir løgfrøðingar burturúr tí danska Justitsministeriinum í málinum um WTO. Og júst sum væntað, so verða nýggj hegn sett upp, har vit hava traðkað eitt niður.
Soleiðis skrivar Tjóðveldi í einum av sínum mongu uppsløgum á sosialu miðlunum í gjár. Hetta eftir at tað gjørdist greitt, at grein 6 nevndin í gjár kom fram til, at Føroyar kunnu søkja um limaskap í WTO.
Hetta var løgfrøðiliga niðurstøðan hjá landsstýrinum, áðrenn viðgerðin byrjaði.
Sum so er tulkingin hjá Tjóðveldi, sum er løgd út saman við einari mynd og útsøgnin hjá Høgna Hoydal, ikki skeiv: Føroysku umboðini í serstøku nevndini vunnu á teimum donsku embætisfólkunum.
Les meira: Hægstirættur valdi føroysku síðuna
Bæði í hesum uppslagnum og í einum við Sirið Stenberg verður gjørt greitt, at nú eru størri sigrar fyri Føroyar á skránni. Her verður serliga sipað til sjálvstýri. Bæði núverandi forkvinna og fyrrverandi formaður floksins vísa á, at føroyingar ongantíð" geva upp móti dønum, sum eru trekir at geva viðurkenning.
- Ríkisfelagsskapurin er rúmligur og nútíðarhóskandi.
Ikki óvæntað sær Sambandsflokkurin málið gjøgnum einar heilt aðrar brillur enn Tjóðveldi. Hetta var í stóran mun ein sigur og ein góður dagur fyri ríkisfelagsskapin er staðfstingin hjá sambandsfólki:
- Niðurstøðan hjá grein-6 nevndini staðfestir, at ríkisfelagsskapurin gevur Føroyum møguleikar (...) Niðurstøðan er greið: Føroyar kunnu hava limaskap í egnum navni og gerast sjálvstøðugt tollumveldi innanfyri ríkisfelagsskapsins karmar. Hetta eru góð tíðindi fyri Føroyar og fyri ríkisfelagsskapin, tí niðurstøðan hjá grein 6-nevndini vísir, at ríkisfelagsskapurin er rúmligur og nútíðarhóskandi.
Í viðmerking á Facebook-síðu floksins, sigur Bárður á Steig Nielsen, at niðurstøðan í gjár vísir tað øvuta av tí, at man er avmarkaður í ríkisfelagsskapinum: - Vit í Sambandsflokkinum vilja betra um møguleikarnar hjá Føroyum og føroyingum, og vit síggja ferð aftaná ferð, at hetta kann gerast innanfyri ríkisfelagsskapsins karmar.
Formaðurin og fólkatingslimurin, Anna Falkenberg, heita í videobrotinum hinar flokkarnir á, at "lata vera við at vilja loysa úr ríkisfelagskapinum". Tað meta tey ikki vera neyðugt.
Bárður á Steig Nielsen fegnast í gjár um niðurstøðuna hjá Grein 6-nevndini (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald