
Sambandsflokkurin fer nú at leggja uppskot fyri tingið um inflasjónsískotyi – eina eingangsupphædd á 12.000 krónur.
– Ótrygga støðan og altjóða rembingar í heiminum hava viðført óvanliga stórar hækkingar í prístalinum seinasta árið. Hetta hevur við sær, at føroysk húski dagliga stríðast fyri at fáa endarnar at røkka saman og hava tørv á hjálp skjótast gjørligt, skrivar flokkurin í tíðindaskrivi.
Sambandsflokkurin sigur, at tað í dag er eingin skipan, sum loftar teimum familjum, sum hava tað trupult við at fáa endarnar at røkka saman orsakað av høgu inslasjónini, og tí fara tey at leggja fram uppskot, sum leggur upp til, at familjuískoytið verður víðkað í eitt avmarkað tíðarskeið, so eitt familjuískoyti eisini verður veitt.
Víðkanin hevur harumframt við sær, at onnur enn bara barnafamiljur kunnu søkja um ískoyti, og at einki aldursmark verður ásett fyri at tryggja, at fólkapensjónistar, sum lúka treytirnar viðvíkjandi inntøku og ogn, eisini kunnu fáa inflasjónsískoyti.
– Tað hevur týdning, at veitta hjálpin er málrættað til tær familjur, sum veruliga hava tað fyri neyðini. Vit kunnu ikki venda blinda eygað til tann veruleikan, at tað eru familjur í Føroyum í dag, sum ikki kunnu bíða í mánaðir eftir hjálp - tí hjálpin skuldi helst verið komin í gjár, sigur Sambandsflokkurin.
Verður uppskotið hjá Sambandsflokkinum samtykt, kemur lógin í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald