Í annaðkvøld verður Sambinding aftur á skránni á Býarbókasavninum í Havn. Sambinding hevur til endamáls at fáa innfødd og tilflutt fólk í Føroyum at hittast, práta og hugna sær saman.
Við tiltakinum ynskir Reyði Krossur at geva innføddum og tilfluttum føroyingum høvi at hittast og práta saman og yvirhøvur fáa betri innlit í gerandisdagin og lívið hjá hvørjum øðrum. Á henda hátt kunnu vit fáa eina betri integratión, sum vit øll ynskja.
Eisini ber til at fáa undirvísing í føroyskum fyri nýbyrjarar. Hendan undirvísing er frá klokkan 19 til 19.30.
Umframt málskeið er hvørja ferð ein framløga á skránni um ymisk evni, sum eru viðkomandi fyri fólk, ið eru flutt til Føroya.
Í annaðkvøld kunna fólk frá ALS um, hvat er til ráða at taka, um fólk missa arbeiði, hetta við serligum atliti at støðuni hjá teimum, sum eru flutt til Føroya. Eisini verður høvi at seta spurningar um evnið. Framløga og spurningar vara einar 30 til 40 minuttir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald