
Seinastu tíðina hevur samferðslan í Føroyum verið nógv ávirkað av kava, vindi, jarðroki og hálku.
Nú er støðan tó betri, og lýggjari er í veðrinum. Tó so ávaraði Landsverk tíðliga í morgun, at hált er í støðum um alt landið, og umráðandi var at koyra varliga. Tá vóru sera vánalig koyrilíkindi á Vestmannavegnum og ikki koyrandi til Syrðadals á Streymoynni.
Strandferðslan hevur eisini boðað frá onkrum seinkingum, avlýsingum og at koyrt ella siglt ikki verður til nøkur støð sum er.
Siglt verður ikki til Svínoyar og Fugloyar vegna ókyrru á lendingum og fyri veður millum Sandoynna og Skúvoy.
Í mun til koyring, so verður ikki koyrt til og frá Gásadali og oman til Syðrugøtu, umfart at aðrar broytingar eru. Skrivað varð eisini í morgun, at seinkingar kundu væntast á millum annað flogrutuni.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald