2018-10-13 10:38
Atlantsflog avlýsti fleiri flogfør í gjárkvøldið, og skip hjá Strandferðsluni vóru ávirkað av nógva vindinum í nátt, men í morgun er alt sum vant aftur.
Fyrsta flogfarið setti seg í Vágum klokkan 7:40 í morgum, og ein lítlan tíma seinni var fyrsta fráferðin.
Tey sum skuldu við avlýsti flogførunum hjá Atlantsflogi í gjárkvøldið vóru umbókaði til túrar seinni í dag.
Strandferðslan boðar ikki frá nøkrum avlýsingum fyrrapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald