Innanlands

Samferðslan lamin í morgin

Allar bygdaleiðir avlýsa í morgin, meðan oyggjaleiðir ikki sigla fyrrapartin

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-01-07 18:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Orsaka av ringa veðrnum í morgin, avlýsa allar bygdaleiðir í morgin. Hesum boðar Strandferðslan frá í kvøld.

Umframt bygdaleiðir avlýsa allar oyggjaleiðirnar fyrrapartin í morgin.

Smyril siglir fyribils ikki túrin til Havnar klokkan 16 og ikki suður klokkan 08:45. Fyrsti túrur er 11:30 av Krambatanga. Teistin siglir í fyrsta lagið klokkan 18:35 í annaðkvøld. Ternan siglir í fyrsta lagið klokkan 16:20.

Spógvin, Sildberin, Sam og Ritan avlýsa fyribils.

Í dag hava eisini verið nógvar avlýsingar. Bygdaleiðir koyra ikki restina av degnum og oyggjaleiðir eru eisini ávirkaðar av ringa veðrinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder