2019-06-11 15:16
Skipað verður fyri borgarafundi Nólsoy mikukvøldið 12. juni 2019. Á fundinum verða samferðslu- og bústaðarviðurskifti millum annað umrødd.
Millum evnini, sum verða umrødd í annaðkvøld, eru uppskot til býling úti á Klivum, og nýggja útstykkingin undir Bøbrekku. Eisini verða samferðslan, Fríøkir og trivnaður og skúlaskapur og kvøldskúli umrødd, skrivar Tórshavnar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald