Á tingfundinum í dag fer Heðin Mortensen, landsstýrismaður við samferðslumálum, at leggja fram eina frágreiðing um samferðsluætlanina.
Málið verður so tikið upp til aðalorðaskiftis í Løgtinginum mánadagin.
Landsstýrismaðurin fekk fyri einum mánaði sínum handaða eina nýggja samferðsluætlan, galdandi fyri árini 2018 til 2030. Endamálið við ætlanini er at vísa á, hvat skal til fyri at tryggja, at samferðslukervið til eina og hvørja tíð nøktar samtíðarinnar krøv og tørv.
Ætlanin kann takast niður á heimasíðuni hjá Samferðslumálaráðnum.
Bústaðir og Novo Nordisk
Tingfundurin í dag byrjar klokkan 10. Fleiri fyrstu viðgerðir eru á skránni, millum teirra eitt mál frá landsstýriskvinnuni við fíggjarmálum um at loyva Bústøðum at skriva út lánsbrøv til at byggja lutaíbúðir fyri. Hetta er ein partur av bústaðarpakkanum, sum landsstýrið legði fram í heyst.
Seinasta mál á skránni er svarið upp á skrivligan fyrispurning, sum Sirið Stenberg skal svara Kaj Leo Holm Johannessen um ætlanina hjá Novo Nordisk at byggja eina miðstøð fyri diabetes í Føroyum. Spurningurin skuldi svarast í síðstu viku, men varð tikin av skrá, tí Kaj Leo Holm Johannessen var staddur uttanlands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald