Tað er rættiliga óvanligt at atkvøða ímóti landsroknskapinum, tá hesin verður lagdur fyri løgtingið.
Men hesum hótti sjálvasti formaðurin í fíggjarnevndini, Bárður á Steig Nielsen, við, hóast hann stutt frammanundan hevði lagt álit fram har fíggjarnevndin einmælt mælti til at samtykkja uppskotið.
Talan er um landsroknskapin fyri 2017, sum løgtingsgrannskoðararnir løgdu fyri tingið við sínum viðmerkingum 2. november, og sum varð beint í fíggjarnevndina eftir tingviðgerð 15. november.
Men ikki fyrr enn farna fríggjadag kom álitið úr aftur fíggjarnevndini, eyðvita tí at fíggjarnevndararbeiðið hevur verið tarnað av innanhýsis trupulleikum í samgonguni.
Fíggjarnevndin mælti løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nøkrum álvarsligum viðmerkingum um mál, har játtanarlógin ikki hevur verið hildin.
Bárður Nielsen hótti við at atkvøða ímóti (Skíggjamynd: Tingvarpið)
Asfaltverk spøkir
Men tað var eitt mál, sum ikki var nevnt í álitinum, sum gjørdi, at fíggjarnevndarformaðurin undir viðgerðini hótti við at atkvøða ímóti, um hann ikki fekk ávís lyfti frá avvarðandi landsstýrisfólkum.
Málið snýr seg um langtíðarleigan av einum asfaltvirki, sum Landsverk hevur leigað út til privata fyritøku.
Landsgrannskoðanin hevur víst á álvarsligar trupulleikar við hesi avtaluni, og hesum váttaði Aksel V. Johannessen, løgmaður, í tinginum í dag, har hann vísti á, at avtalan er í stríð við játtanarskipanina.
Tá fíggjarnevndarformaðurin hoyrdi hetta kravdi hann svar frá løgmanni og landsstýriskvinnuni við fíggjarmálum um hvat landsstýrið ætlar at gera við henda trupulleikan.
Mistakið skal rættast
Tað tók eina løtu og fleiri hóttanir frá andstøðutinglimum áðrenn løgmaður tók orðið aftur.
- Nú eri eg hvørki fíggjarmálaráðharri ella samferðsluráðharri við ábyrgd av Landsverki, men eg kann tryggja tinginum, at mistakið skal rættast, og um tað ber til at útreiðsluføra handilin í roknskapinum fyri 2018, so verður tað gjørt.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum var samd, men gjørdi eisini ómak við at vísa á, at tað ikki er fíggjarmálaráðið, sum hevur ein trupulleika her. Málið er sent samferðslumálaráðnum fyri at fáa greiðu á hvussu trupulleikin skal loysast.
Heðin Mortensen arvar trupulleikan
Heðin Mortensen tók – hóast áheitanir – ongantíð orðið undir hesi viðgerðini.
Men alt bendir á, at hann hevur fingið enn ein trupulleika frá Landsverki at dragast við, tí her er talan um, at Landsverk hevur brúkt 27,5 milliónir krónur í leiguútreiðslum fyri asfaltvirkið. Men av tí at talan er um eina leasingavtalu, so átti hetta av røttum at verið bókað sum ein íløga ella keyp, kom fram í tinginum í dag.
Spurningurin stendur nú, hvussu hetta verður loyst, so at útreiðslan er í tráð við játtanarskipanina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald