Samferðslumálaráðið er eftir øllum at døma farið at taka sær av samskifti hjá øllum stovnunum undir ráðnum, síðani Heðin Mortensen tók við sum landsstýrismaður.
Tað koma tíðindaskriv flúgvandi fleiri ferðir um vikuna úr Samferðslumaálráðnum um alt frá Eysturtunnilin og til fleiri túrar hjá Hestfólki á leiðini um Skopunarfjørð.
Í kvøld er so aftur tíðindaskriv/kunningarskriv úr Samferðslumálaráðnum, sum hesaferð snýr seg um ein góðan og virknan arbeiðsdag í Tinganesi. Skrivið er ikki at finna á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni, nei, avsendarin er Samferðslumálaráðið, sum letur so væl at degnum.
- Sum vant hava landsstýrisfólkini nógv á skrá um dagarnar. Her síggjast nakrar myndir frá einum góðum og virknum arbeiðsdegi í Tinganesi, stendur í skrivinum.
Í annars stutta skrivinum eru fleiri myndir, har øll landsstýrisfólkini umframt Rigmor Dam, fyrrverandi landsstýriskvinna í mentamálum er sloppin við. Tað er so ikki hennara skyld, at Samferðslumálaráðið nevnir hana Rigmor Arge.
Per Højgaard varð settur sum samskiftisfólk í Samferðslumálaráðnum stutt aftaná, at Heðin Mortensen tók yvir eftir Henrik Old. Tað er helst orsøkin til øktu tíðindatænastuna úr Portugálinum í Tinganesi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald