Innanlands

Samgongan bíðar eftir andstøðuni

Enn er einki álit frá vinnunevndini um sjófeingislógina lagt fram í løgtinginum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-12-17 22:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður bíðað í løgtinginum. Fyrr í kvøld lat minnilutin í vinnunevndini, sum umboðar samgonguna, sítt álit um sjófeingislógina til løgtingsskrivstovuna til reinskrivingar og fínpussingar, og eftir ætlan skuldi tað leggjast fram á tingfundi um 20-21 tíðina í kvøld.

Men enn er einki álit lagt fram. Sum skilst úr løgtinginum í kvøld, verður nú bíðað eftir andstøðuni í vinnunevndini, sum annars fyrr í dag kom við einum áliti, men sum nú er komin við nøkrum broytingum afturat.

Ætlanin var, at málið skuldi koma úr nevnd í dag soleiðis, at onnur viðgerð av málinum kundi vera hósdagin, og triðja viðgerð leygardagin.

Løgtingið skal eftir ætlan í jólafrí fríggjadagin, so tað er ikki óhugsandi, at løgtingið má víkja frá tíðarfreistum í hesum málinum. Til tað krevst hjálp frá tinglimum uttanfyri samgonguna, tí undirtøka frá tjúgu tinglimum krevst fyri at víkja frá tíðarfreistum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder