Innanlands

Samgongan brýtur avtalu við Magna Laksafoss

Løgmaður ásannar at samgongan ikki klárar at halda allar avtalur við Magna Laksafoss

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-04-24 14:02 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Vit hava havt nakrar avtalur við Magna Laksafoss, sum hevur gjørt tað at hann hevur atkvøtt við samgonguni í nógvum málum. Men vit klára ikki at halda allar avtalurnar sum samgonga, og tað ger at Magni Laksafoss heldur ikki fer at halda aðrar partar av avtaluni. 

Tað sigur Aksel V. Johannesen, Løgmaður, í sambandi við uppskotið um veiðigjald, sum samgongan nú allarhelst ikki klárar at fáa meiriluta fyri. Og orsøkin hevur onki við fiskivinnupolitikk at gera. 

Tí í morgun varð lagt upp samgongukreppu, tá atkvøðast skuldi um uppskotið hjá Magna Laksafoss um broyting í Elveitingarlógini. Uppskotið hevur ligið í í rættarnevndini, men tað hevði ikki eydnast samgonguni at skriva álit um málið og fáa tað úr nevnd. Tí skuldi Løgtingið atkvøða um at fáa uppskotið úr nevnd uttan álit. 

Men tað gjørdist ikki neyðugt at atkvøða, tí tá tingfundur var í morgun, var álit longu skrivað, og málið var klárt at fara til 2. viðgerð. Men í álitinum skriva samgongulimirnir í nevndini, sum eru Ingolf Sólheim Olsen, Ruth Vang og Sonja Jógvansdóttir, at tey taka støðu til málið í tingsalinum. 

Tí tykist greitt, at ongin semja er í samgonguni um uppskotið hjá Magna Laksafoss, sum eitt nú skuldi geva samgonguni seytjandu atkvøðuna til uppskotið um veiðigjald. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder