Innanlands

Samgongan gevur lyfti um lønarlyft

Er galdandi fyri námsfrøðingar, námsfrøðihjálparar, hjálparfólk, heilsurøktarar og heilsuhjálparar við og uttan útbúgving – men ikki dagrøktarar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-03-30 11:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Námsfrøðingar, námsfrøðihjálparar, hjálparfólk, heilsurøktarar og heilsuhjálparar við og uttan útbúgving verða umfataðir av lønarlyftinum. Soleiðis ljóða boðini frá forfólkunum í teimum trimum samgonguflokkunum í dag.

Víst verður á, at í samgonguskjalinum varð avtalað, at teir lægst løntu bólkarnir á umsorganarøkinum skulu fáa eitt lønarlyft.  

Landsstýrið hevur avgjørt, at hesir bólkar verða umfataðir av lønarlyftinum: Námsfrøðingar, námsfrøðihjálparar, hjálparfólk, heilsurøktarar og heilsuhjálparar við og uttan útbúgving.  

Talan er um bólkar sum starvast innan eldra-, dagstovna- og almannaøkið, har trupult er at nøkta starvsfólkatørvin, verður sagt. 

Oman á lønarkarmin 

Lønarlyftið kemur oman á lønarkarmin og verður ikki partur av lønarsamráðingunum annars, siga floksleiðararnir Aksel V. Johannesen, Ruth Vang og Høgni Hoydal. 

Nógv størsti parturin av hesum bólkum eru í starvi á kommunala økinum.  

Sum endurgjald fyri kostnaðin av lønarlyftinum hjá kommununum verður gjørd ein broyting í fíggingini av skattafrádráttinum hjá pensjónistum. Tøka inntøkan hjá pensjónistunum verður óbroytt.  

Hesin fíggingarleistur fylgir vaksandi talinum av pensjónistum og ger sostatt, at samsvar er ímillum fígging og fíggingartørv. 

Lønarlyftið verður mett at kosta umleið 47 milliónir krónur brutto. Lønarlyftið fær virknað frá 1. januar 2024.  

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, fer í næstum at kunna fakfeløgini hjá nevndu bólkum nærri um, hvussu lønarlyftið verður framt, verður sagt.

Dagrøktararnir ikki við?

Formaðurin í Starvsfelagnum, Súni Selfoss, var fyrrapartin skjótur at reagera og spyrja, hví dagrøktararnir ikki eru umfataðir.

- Tað er púra greitt, at umsorganarøkið er tað økið, sum burturav fær lønarlyftið. Men ikki øll eru við! Hvar eru dagrøktarnir? Eg gangi sterkt útfrá, at hetta er eitt mistak. Dagrøktarar, sum eins og hjálparfólk starvast á einum tí lægst lønta økinum, eru ikki nevnd sum ein av teimum, ið fáa lønarlyftið, skrivar Súni Selfoss, sum minnir landsstýrið á, at tað ikki ber til at lata henda bólkin liggja eftir í mun til lønarlyftið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder