44 prosent av føroysku veljaranum halda, at Suðuroyartunnilin skal ganga frá Múlanum norðan fyri Sandsbygd, sum ein tunnilsbólkur hevur mælt til.
Bert 17,2 prosent tvey mælt til at tunnilin verður borðaður úr Djúpadali við Skarvanes, eins og Landsstýrið og Pf. Suðuroyartunnilin mælir til.
Hetta vísir ein veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri FM1. 500 veljarar fingu spurningarnar um suðuroyartunnilin í morgun
Tað er eisini meiriluti av veljarunum, sum ikki tekur undir við uppskotinum um suðuroyartunnilin, sum málið liggur í tinginum nú.
Spurningurin var “Tekur tú undir við uppskotinum um at bjóða út og projektera suðuroyartunnilin, sum Løgtingið skal avkvøða um, og sum Pf. Suðuroyartunnilin mælir til?”
Her svaraðu 41,2 prosent nei, meðan 32,9 prossent svaraðu ja, meðan ein góður fjórðingur av teimum spurdu, 25,9 prosent, søgdu seg ikki vita.
5. hvør siga antin nú ella nei
Triði spurningurin, sum var settur 500 veljarum í morgun var: “Hvat heldur tú um Suðuroyartunnilin?” har tey høvdu trý svar at velja ímillum.
57,8 prosent svara, at tunnilin skal bara gerast um vit vita, at tað er fíggjarliga ráðiligt. Hetta er heldur, enn tá Portalurin setti spurningin í november. Tá peikaðu 54 prosent á hendan møguleikan.
5. hvør av teimum spurdu, 20 prosent, sigur, at farast skal undir tunnilin sum skjótast.. Í november vóru tað 18,8 prosent.
Og ein næstan líka stórur partur, 19,8 prosent, sigur, at Suðuroyartunnilin als ikki skal gerast. Í november vóru tað 23,6 prosent, sum hildu at tunnilin ikki skal gerast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald