- Vit í Samhald eru hart ímóti at tingfólk í sambandsflokkinum, er við til at leggja málið um fosturtøku fram. Vit søknast eftir, hvar floksdissiplin er
Soleiðis stendur í almennari fráboðan, sum valfelagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni hevur sent út fyrrapartin.
Tað kann væl verða, at tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum, við fólkatingsumboði, skrivstovufólkum og øðrum fáa okkurt burturúr á floksnámsferðini í Brússel í hesum døgum. Men sum vit skrivaðu longu fyri einari viku síðani, so elviruppafturtikna fosturtøkumálið til sundurlyndi í Sambandsflokkinum. Og aftanfyri mongu felagsmyndirnar, Facebook-uppsløgini og útsagnirnar til Frihedsbrevet um, at tað er ein "hóvlig ósemja", so veksur trýstið, eins og atfinningarnar í egnum flokki og í baklandinum gera.
![]()
Tinglimirnir, fólkatingslimirnir og Annfinn Brekkstein í Brússel í gjár. Flokkurin er á námsferð, og stevið er helst gott á fleiri økjum, umframt at lagið sambært keldum hjá Frihedsbrevet er frálíkt. Í kvøld eru tey aftur í Føroyum, og í morgin rakar nýggi politiski veruleikin helst harðari (Mynd: Sambandsflokkurin)
Hetta er millum annað komið til sjóndar við, at tveir limir tveir teir seinastu dagarnar í almennum boðum hava tikið seg úr flokkinum vegna tað, at ein sambandstinglimur stendur sum uppskotsstillari í fosturtøkumálinum.
Áron Sofus Vest og Edva Jacobsen eru ikki tinglimir, men fingu samanlagt nærum 335 atkvøður til seinasta løgtingsval. Edva Jacobsen hevur áður sitið á tingi og verið ein fastur partur av B hesa øldina.
Sí eisini: Enn eitt sambandsfólk tikið til rýmingar
Omanfyrinevnda nú fyrrverandi Sambandskvinnan er úr Fuglafirði. Nú hevur valfelagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni, har flokkurin lutfalsliga stendur ógvuliga sterkur, greitt melda út í málinum.
- Vit vilja hervið gera púra greitt, at vit taka frástøðu frá, at eitt tingfólk úr Sambandsflokkinum er við til at leggja uppskotið fram. Við hesum verður tað greitt, at Sambandsflokkurin er beinleiðis viðvirkandi til at leggja uppskotið fram – og hetta góðtaka vit als ikki skrivar Samtak.
![]()
Tann liberali vongurin í Sambandsflokkinum við serliga Onnu Falkenberg, fólkatingskvinnu og næstforkvinnu, Eyðdis Hartmann Niclassen, uppskotsstillara, og Jóhan Dahl, sum eisini stuðlar uppskotinum, fær alment mótspæl. Av tí at Eyðdis Niclassen stendur á fosturtøkuuppskotinum, verður hon beinleiðis nevnd.
Tað tykist at vera eitt opið kríggj millum vengurnar í flokkinum, og sambært Norðlýsinum í morgun hevur konservativu vongurin í Sambandsflokkinum kolveltandi ætlanir. Sum skilst hava valfeløg úr onkrum økjum í landinum eisini sent skriv til timglimir og formann um støðuna fyri at vísa sína ónøgd.
Í øllum førum er greitt, at verljarafelagið í økinum, har trý av núverandi sjey tingfólkunum hjá Sambandsflokkinum, ikki leggur fingarnar ímillum. Jaspur Langgaard er í løtuni varamaður hjá Kaj Leo Holm Johannesen, og tað er eingin ivi um, at hann, Magnus Rasmussen og Helgi Abrahamsen eru greitt ímóti uppskotinum. At Eyðdis Hartmann Niclasen stendur á uppskotinum er tað, ið fær bikarið at flóta yvir.
Søgurnar ganga um, og tað kom eisini fram í Frihedsbrevet í gjár, at í øllum førum Helgi Abrahamsen hevur hótt við at fara úr flokkinum vegna hesa støðuna. Formaðurin í Samhald, Hans Kristian Abrahamsen, er beiggi Helga. Fyrrverandi næstformaðurin í Sambandsflokkinum hevur enn ikki nakra almenna viðmerking til miðlarnar í málinum.
Uppskotið um at dagføra gomlu fosturtøkulógina kemur til 1. viðgerð í Løgtinginum í morgin. Tá koma helst fleiri ting alment fram.
Sí eisini: Fosturtøkulógin til fyrstu viðgerð hósdagin
Les alt skrivið hjá Samhald niðanfyri:
Vit í Samhald eru hart ímóti at tingfólk í sambandsflokkinum, er við til at leggja málið um fosturtøku fram. Vit søknast eftir, hvar floksdissiplin er
Vit meta, at hetta uppskotið hevur djúpar etiskar og samfelagsligar avleiðingar, og tí er tað týdningarmikið, at tað verður viðgjørt við virðing og ábyrgd.
Vit vilja hervið gera púra greitt, at vit taka frástøðu frá, at eitt tingfólk úr Sambandsflokkinum er við til at leggja uppskotið fram. Við hesum verður tað greitt, at Sambandsflokkurin er beinleiðis viðvirkandi til at leggja uppskotið fram – og hetta góðtaka vit als ikki.
Hetta samsvarar ikki við tey virðir og ta verju av lívinum, sum vit í Samhald halda eiga at standa sterkt í føroyskum politikki.
Samhald stendur fast við lívsvernd og virðir, sum byggja á ábyrgd, umsorgan og samfelagsliga samkenslu.
Vegna Samhald
Hans Kristian A. Abrahamsen
Formaður
Dagført: 12.05
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald