Innanlands

Enn eitt sambandsfólk tekur til rýmingar

Edva Jacobsen legst afturat Ároni Vest, sum er farin úr Sambandsflokkinum seinastu dagarnar. Onnur kunnu fara sama veg

Edva Jacobsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Edva Jacobsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-23 20:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tveir limir í Sambandsflokkinum hava seinastu dagarnar vent flokkinum baki. Fyrrverandi tingkvinnan Edva Jacobsen hevur í kvøld sambært Norðlýsinum boðað flokkinum frá, at hon meldar seg úr flokkinum.

Áron Vest, sum var valevni hjá flokkinum á løgtingsvalinum seinast, boðaði mánakvøldið frá, at hann tók seg úr.

Orsøkin skal finnast í málinum um fosturtøku, sum varð lagt fram í dag, og sum hevur uppskotsstillara úr Sambandsflokkinum, Eyðdis Hartmann Niclasen.

Hjá Edvu Jacobsen, sum hevur verið limur í flokkinum sían 2001, er hetta at fara ov langt.

- Eftir at tað er vorið greitt, at ein í Sambandsflokkinum er uppskotsstillari í málinum um fría fosturtøku, so er komið at mørkum hjá mær persónliga, sigur hon í skrivinum til Sambandsflokkin í kvøld, sum Norðlýsið endurgevur.

Edva Jacobsen fekk 201 atkvøður á løgtingsvalinum í 2022.

Portalurin hevur fingið upplýst frá keldum, at heitt orðaskifti er innanhýsis í flokkinum. Fleiri sambandsfólk hava gjørt greitt, at kemur fosturtøkumálið fyri aftur við navnið floksins á, melda tey seg úr.

Les eisini: Fosturtøkumálið elvir til sundurlyndi í Sambandsflokkinum

Sambært Frihedsbrevet.fo er tinglimurin Helgi Abrahamsen ein teirra, sum skal hava hótt við hesum. Hann vil tó sambært miðlinum ikki viðmerkja hetta í løtuni.

Fyrsta viðger av fosturtøkumálinum verður hósdagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder