Sachy Shangala og James Hatuikulipi, tveir av namibisku høvuðsmonnunum í nógv umrøddu Samherja-gøluni í Namibia, vórðu í dag handtiknir, skriva fleiri lokalir miðlar.
Tíðindini vórðu í dag váttað av Paulus Noa, ovasta í almennu nevndini, sum kannar muturgøluna.
Sachy Shangala er fyrrverandi løgmálaráðharri í Namibia og James Hatuikulipi er fyrrverandi stjóri í statsliga fiskivinnufelagnum í landinum.
Teir báðir hava, eins og fleiri aðrir, sum eru íblandaðir Samherja-málinum, verið eftirlýstir undir illgruna fyri at vera sekir í muturi, sviki, hvítting og skattasnýti.
Um vikuskiftið varð fyrrverandi fiskimálaráðharrin, Bernhard Esau, handtikin í málinum. Hann varð seinni leyslatin aftur.
Sachy Shangala (t.v.) og James Hatuikulipi (Samansett mynd: RUV)
Alt málið byrjaði, tá fyrrverandi íslendski stjórin fyri virksemið hjá Samherja í Namibia, Jóhannes Stefánsson, fór til Wikileaks og namibiskar myndugleikar við søgu síni og einum stórum bunka av skjølum, teldupostum og bankaupplýsingum.
Síðan hevur íslendska blaðið Stundin og almenna kringvarpið RUV avdúkað hvussu íslendska felagið hevur mutrað seg til at fáa fatur á kvotunum í suðurafrikanska landinum.
- Eg var amboðið hjá Samherja í Namibia, og gjørdi eftir teirra boðum, eitt nú við at rinda mutur, viðgongur Jóhannes Stefánsson.
Hann hevur greitt RUV frá, hvussu hann rindaði upphæddirnar í reiðum peningi og eisini hvussu hann skipaði bankaflytingar.
- Tað kann enda við, at eg verið fongslaður. Eg eri greiður yvir, hvørjar avleiðingarnar eru av at boða frá, hvat er hent, sigur hann.
Jóhannes Stefánsson hevur greitt frá, hvussu Samherji bar seg at við at hava góð viðurskifti, eitt nú við versonin hjá fiskimálaráðharranum, systkynabarnið og við løgmálaráðharran.
Íslendska felagið hevur havt týðandi persónar innan fiskivinnuumsitingina í Namibia á ferðum, eitt nú til Íslands. Ovastu stjórarnir í Samherja hava eisini luttikið á hesum tiltøkum.
Forstjórin í Samherja, þorsteinn Már Baldvinsson, hevur eisini havt fund beinleiðis við namibiska fiskimálaráðharran, Bernhard Esau. Ein av hesum fundunum varð hildin á garðinum hjá fiskimálaráðharranum uttan fyri høvuðsstaðin, Windhoek.
Alt hetta kom fram í avdúkandi sendingini hjá RUV, Kveikur: Samherjaskjølini, sum vórðu at síggja í Kringvarpi Føroya í gjárkvøldið.
Eftir at málið er komið fram, hevur þorsteinn Már Baldvinsson tikið seg úr øllum álitisstørvum í feløgum uttan fyri Ísland. Teirra millum teimum feløgunum, sum Samherji eigur í í Føroyum – tað er feløgini undir Framherja-samtakinum hjá hjúnum Anfinni Olsen og Elisabeth Eldevig Olsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald