"LGBT-personer er velkommen til at nyde Tórshavns ofte livlige natteliv, men det anbefales, at både LGBT'ere og heteroseksuelle kun i beskeden grad viser fysisk hengivenhed - serlig uden for Torshavn"
Tað stendur í einum ferðafólkafaldara, sum er givin út í ár, veit Kringvarpið. Men faldarin sigur einki um hví samkynd skulu ansa sær á bygd.
Men tað er ein feilur, at hasin setningurin er komin við. Tað sigur Lena Mohr, stjóri á Sansum, sum gevur faldaran út, við Kringvarpið.
Greinin í faldaranum sum verður givin út í 55.000 eintøkum, er frá 2016, og er ikki rættað.
- Kanska er tað ikki tíðarhóskandi í dag, og var tíðarhóskandi tá. Og eftir øllum at døma hevur man ikki hildið at tað skal broytast, ella hevur man yvirsæð akkurát handan setningin, sigur Lena Mohr, stjóri á Sansum, við Kringvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald