placeholder
Innanlands

Samlaða avlopið hjá Nes kommunu var yvir tríggjar milliónir

Inntøkurnar og úrslitið fyri 2024 sum heild var væl betri enn væntað. Stórur partur av játtaðu íløgunum varð ikki nýttur.

Í 2023 var undirskot á átta milliónir (Mynd: nes.fo)

Í 2023 var undirskot á átta milliónir (Mynd: nes.fo)

2025-05-28 17:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á almennum fundi mánadagin mai 2024 varð ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2024 samtyktur.

Kommunan staðfestir, at samlaðu inntøkurnar fyri 2024 vóru væl hægri enn roknað varð við í fíggjarætlanini.

- Skattainntøkan hjá kommununi í 2024, eftir frádrátt av rentustuðli, var 86,1 mió. kr., sum er 5,2 mió. kr. hægri enn í 2023. Í fíggjarætlanini fyri 2024 varð roknað við eini nettoskattainntøku á 80,3 mió. kr. Sostatt blivu samlaðu inntøkurnar í 2024 5,8 mió. kr. betri enn mett.

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2024 vóru 73 milliónir krónur, ið er 6,3 milliónir krónur meira enn í 2023. Í játtanini fyri 2024 varð roknað við einari samlaðari rakstrarútreiðslu á 73,0 mió. kr. Sostatt blivu samlaðu útreiðslurnar í 2024 áleið sum mett í fíggjarætlanini.

- Rakstraravlopið áðrenn íløgur var 12,0 mió. kr., mótvegis 13,5 mió. kr. í 2023. Í fíggjarætlanini var roknað við einum avlopi áðrenn íløgur uppá 6,1 mió. kr. Rakstraravlopið áðrenn íløgur varð sostatt 5,9 mió. kr. betri enn mett í fíggjarætlanini.

Samlað yvirskot á yvir tríggjar milliónir - skuldin er nærum 33 milliónir krónur

Nes kommuna nýtti ikki ein stóran part av íløgukarminum, sum annars var játtaður.

- Samlaðu íløgurnar í 2024 vóru 8,7 mió. kr. netto. Í fíggjarætlanini og eykajáttanum varð roknað við nettoíløgum á 24,1 mió. kr. Íløgurnar í 2024 vóru sostatt 18,5 mió. kr. lægri enn játtað. Størsti parturin av íløgunum, ið ikki vóru nýttar í 2024, verða fluttar til 2025.

Samanlagt vísti roknskapurin avlop á 3,3 milliónir krónur í árinum. í 2023 var talan um eitt undirskot á 8,1 millónir króur.

Nettoskuldin hjá Nes kommunu við ársenda 2024 var 32,9 milliónir krónur. Hetta er tó væl undir skuldarmarkið - 35,3 prosent av eini skattaálíkning.

Samandráttur verður latin øllum húsarhaldum í kommununi í næstum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder