Nú eru fleiri enn 18 mió. tilburðir av koronasmittu staðfestir. Tað vísir uppgerð hjá Worldometers.info.
Í skrivandi stund eru 18,052 mió. tilburðir skrásettir.
Teir flestu eru í USA, Brasil og India, sum øll hava skrásett fleiri enn eina mió. tilburðir.
USA hevur skrásett 4,7 mió. tilburðir, Brasil hevur skrásett 2,7 mió., og India hevur skrásett 1,7 mió. tilburðir.
Russland liggur sum nummar fýra á listanum við 850.000 tilburðum, og síðani kemur Suðurafrika, sum hevur skrásett 503.000 tilburðir. Einki annað land hevur skrásett omanfyri 500.000.
Les eisini: Suðurafrika: Talið á skrásettum tilburðum farið uppum hálva millión
Samlaða talið á andlátum liggur á 689.000.
Tað eru eisini USA og Brasil, sum hava skrásett flest andlát í sambandi við korona.
Í USA liggur talið beint undir 158.000, og í Brasil nærkast talið 94.000.
Stórabretland hevur leingi ligið sum nummar trý á listanum yvir lond, sum hava skrásett flest andlát í sambandi við korona, men nú er Meksiko komið framum. Meksiko hevur skrásett beint undir 47.500, og Stórabretland hevur skrásett beint undir 46.200.
Av teimum, sum hava fingið staðfest smittuna, eru 11,3 mió. staðfest frísk aftur, og 6 mió. sostatt smittað í løtuni. Av teimum hava 99 prosent mild sjúkueyðkenni.
–––
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald