
Á almennum býráðsfundi tann 28. mai varð ársroknskapurin hjá Fuglafjaraðar kommunu fyri 2024 góðkendur.
Staðfest varð, at samlaðu inntøkurnar fyri 2024 vóru væl hægri enn roknað varð við í fíggjarætlanini. Samlaða nettoskattainntøkan hjá kommununi í 2024, var 117,7 mió. kr., sum er 1,3mió. kr. hægri enn í 2023. Í fíggjarætlanini fyri 2024 varð roknað við eini nettoskattainntøku á 107,3 mió. kr. Sostatt blivu samlaðu inntøkurnar í 2024 10,4 mió. kr. betri enn mett. Hækkingin stavar eina mest frá A-, B- og partafelagsskatti.
Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2024 vóru 89,9 mió. kr. Í fíggjarætlanini fyri 2024 varð roknað við einari samlaðari rakstrarútreiðslu á 86,1 mió. kr. Sostatt blivu rakstrarútreiðslurnar í 2024 3,8 mió.kr. hægri enn mett í fíggjarætlanini. Henda hækking kom eina mest av at Fuglafjarðar havn gav 2,1 mió kr. minni nettoinntøku enn mett, metingin var 10,9 mió. kr.
Gjaldførisúrslitið (RLÚ) gjørdist 4 mió. kr., mótvegis 15,8 mió. kr. í 2023. Í fíggjarætlanini varð roknað við einum halli á 7,7 mió. kr. Gjaldførisúrslitið gjørdist sostatt 11,4 mió.kr. betri enn mett í fíggjarætlanini.
Havandi í huga stóru íløgurnar ið eru framdar, eins og sera stóra tørvin, ið er fyri framman, er eisini neyðugt við framhaldandi góðum úrslitum. Kommunan hevur bundið seg til stórar íløgur komandi árini, eins og avbjóðingar eru sjónligar innanfyri serliga økini § 2, Almanna & heilsumál og § 3 Børn & Ung, hesi bæði økini fara við 48% av allari fíggjarætlanini ímóti 46 % í 2023
Í 2024 kostaði eldraøki 2,7 mió kr. meira enn kommunan fekk endurrindað frá landinum. Í 2023 kostaði tað 2,8 mió kr. meira.
Úrslitið eftir rakstur var eitt avlop uppá 27,8 mió.
Samlaðu nettoíløgurnar í 2024 vóru 18,4 mió. kr. Í fíggjarætlanini varð roknað við einari nettoíløgu á 33,6 mió. kr. Íløgurnar í 2024 vóru sostatt 9,9 mió. kr. minni enn játtað. Hettar grundað á, at nakrar verkætlanir fóru yvir um ár.
Úrslitið eftir rakstur og íløgur (RLÚ) var 4 mió.
Árini 2022-23-24 hava givi 33,8 mió kr í avlopi, hesi árini er kommunuskuldina farin úr 89,9 mió kr. við árslok 2021 niður í 56,1 mió kr. við árslok 2024, sum gevur eina nettoskuld við ársenda 2024 uppá 52% av eini skattaálíkning uppá 23%, ímóti 58 % í 2023.
Ein skattaálíkning eru inntøkur A-, B-, eftirlønarskattur og flyting vegna DIS/FAS .
Tá nettoskuldin var hægst var við ársenda í 2021, tá hon var 120% av ein 23% A- og B-skattaálíkning, sum tá var lógarkravið.
Fuglafjarðar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald