Innanlands

Samleikin verður styrktur

Eyka trygdarstig verða løgd inn í innritanina

2026-06-21 13:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Øll, sum brúka Samleikan, fáa í hesum døgum boð um dagførdar brúkstreytir, tá tey rita inn við Samleikanum

Talan er um broytingar, sum hava til endamáls at styrkja trygdina í sambandi við nýtslu av Samleikanum.

Við broytingunum verða nøkur eyka trygdarstig løgd inn í innritanina. Hetta eru broytingar, sum eru ætlaðar at fanga, um onkur annar ólógliga roynir at fáa atgongd við tínum Samleika. Um illgruni er um, at óviðkomandi royna at fáa atgongd, verða boð víst í Samleika-appini, ið greiða frá, soleiðis at tú fær møguleikan at avvísa innritanina.

Í samband við trygdarstigini er neyðugt at góðtaka dagførdu brúkstreytirnar fyrstu ferð tú brúkar Samleikan aftur.

Samleikin er talgilda atgongdin hjá brúkarum til fleiri almennar og privatar tænastur. Umleið 100.000 innritanir eru um vikuna í Samleikanum, sum hevur 52.000 brúkarar.

Talgildu Føroyar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder