Ársins orð var í morgun kosið í sendingini Góðan morgun Føroyar. Tað gjørdist sammóðir.
Lurtarar sendu uppskot inn, og Málráðið valdi síðani tíggju av hesum. Millum tey tíggju var tað bara eitt sum ikki snúði seg um koronu. Og tað var nevniliga tað orðið, sum ikki var um koronu, sum dómsnevndin bleiv samd um at velja sum ársins orð.
- Hugsandi at hetta er ein liður í einari størri broyting. Hóast korona hevur fylt so nógv, hevur hetta málið megnað at sleppa til orðana, og tað sigur nakað um hvussu nógv tað fyllir í huganum hjá fólki. Umframt tað er tað málsliga áhugavert, segði Ragnar Sigrunarson, sum var í dómsnevndini.
Hesi tíggju vóru í uppskoti:
álit
koppseting
koronupass
negativur
positivur
prik
sammóðir
smitta
smittutøl
tilmæli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald