Innanlands

Samráðingar um ABC-samgongu byrja í morgin

Tað váttar Beinir Johannesen fyri Norðlýsinum og VP í dag

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum varð í gjár útnevndur til samráðingarleiðara (Mynd: Sverri Egholm)

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum varð í gjár útnevndur til samráðingarleiðara (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-29 11:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin byrja samráðingar millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.

Tað sigur Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, sum hevur fingið samráðingarrættin, við miðlarnar VP og Norðlýsið í dag.

Eftir formansumfarið í gjár varð Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum útnevndur til samráðingarleiðara, eftir at øll forfólkini høvdu peikað á hann.

Formaðurin í Fólkaflokkinum segði í gjár við Portalin, at tað var sannlíkt, at Fólkaflokkurin fór í samgongu við Javnaðarflokkin, og at tað mest natúrliga hevði verið, at Fólkaflokkurin fekk løgmann, men tað er ein samráðingarspurningur, segði hann.

Sí eisini: Video: - Natúrligt at tað verður undir leiðslu av Fólkaflokkinum og við mær sum løgmanni

Á løgtingsvalinum hósdagin fekk Fólkaflokkurin níggju umboð í Løgtingið, Sambandsflokkurin fekk sjey, og Javnaðarflokkurin fekk seks. Tilsamans hava flokkarnar 22 tingumboð.

Føroyar hava ikki havt eina ABC-samgongu síðan 2011.

Dagførd kl. 11.45

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder