Fýra dagar við veruligum samráðingum - skírisdag og langafríggjadag savnaðust tey úr Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum ikki - og framvegis er almeningurin ikki vorðin nógv klókari uppá, júst hvat flokkarnir ætla í einum møguligum samgongsamstarvi.
Gitingar hava verið, men tað mest ítøkiliga at halda seg til eru mongu ullintu útsagnirnar hjá samráðingarleiðaranum og huglagið, sum merkist í høllunum hjá Løgtinginum.
Sí eisini: - Tey tosa um statslán og at hækka ríkisveitingina (video)
Samráðingarleiðarin: - Tað fáa tit at síggja tá samgonguskjalið er undirskrivað
Avgerð er tikin um, at bert Beinir Johannesen úttalar seg alment. Hetta er ikki so óvanligt í slíkum, og sum so væl skilligt, men formaðurin í Fólkaflokkinum ger sær, ikki óvæntað, ómak við at svara stutt og at siga so lítið ítøkiligt sum gjørligt.
Hetta er galdandi í øllum miðlum, og í gjár var niðurlagið hjá Beini "Tað fáa tit at síggja tá samgonguskjalið er undirskrivað", tá vit settu samgonguleiðaranum stevnu og nakrar ítøkiligar spurningar á brandtrappuni.
![]()
![]()
Lætt prát og gott lag í matarhølunum. Men lítið verður lagt á borðið fyri almenninginum, nú samráðingar hava verið í gongd eina lítla viku (Myndir: Sverri Egholm)
Myndir: Tingingar, tutl og tjógv
Eitt útkast til skjalið er nærum klárt, sambært samráðingarleiðaranum, men stóri spurningurin er: Hvat stendur í tí?
Hvat er tað, sum Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin kunnu semjast so væl um og fáa so nógv burturúr. Nøkur stórmál mugu tríggir stórir flokkar við samanlagt 22 mandatum kunna loysa.
Tað er sjálvandi ein togtogan, tá flokkarnir eru so mikið ymiskir á ymisku mótunum. Hvør hevur vunnið størstu dystirnar, fæst sjón fyri søgn um í næstu viku. Tá skulu tey í samráðingarhølunum í øllum førum hava loyst nógvar knútar - og hugsa um annað enn at eta tjógv. Tá fæst veruliga at síggja, hvussu nógv flokkarnir og ymisku fólkini vilja og meina hetta.
Málsøkjabýtið er altíð ein møguligur snávingarsteinur hjá einari samgongu. Og nú nýskipan er á breddanum er ósannlíkt, at man kann koma uppum talið sjey. Og allir flokkar ynskja tungu postarnir við nógvum valdi.
Partarnir hava partvíst páskafrí nú - nakað av samskifti verður tó hesar páskadagar, sambært samráðingarleiðaranum. Síðani hittast A, B og C aftur týsdagin 7. apríl og fáa at síggja, um tey í næstu viku sláa stavirnarnar saman og kunnu skriva undir nakað haldført. Beinir Johannesen og hini hava á pappírinum tríggjar yrkadagar eftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald