Tekniskir trupulleikar hava í nátt forðað fyri eini beinleiðis samrøðu, sum eigarin av sosiala miðlinum X, Elon Musk, skuldi havt við republikanska forsetavalevnið, Donald Trump.
Fleiri brúkarar hava greitt frá, at tað ikki bar til at fáa atgongd til sendingina, skrivar Ritzau.
Musk hevur skrivað eina dagføring á miðlinum, sum áðrenn hann keypti hann, bar navnið Twitter, at tað sær út til, at miðilin varð raktur av einum “umfatandi DDOS-álopi”.
Les eisini grein frá í gjár: Elon Musk tosar við Trump á X
Eitt DDOS-álop merkir, at fleiri teldur samstundis royna at koma í samband við ein ambætara, fyri á tann hátt at overva tænastuna, so at hon ikki fær virkað.
Sendingin á X skuldi fara í gongd klokkan eitt í nátt, okkara tíð.
Men á vanganum hjá Musk, har ein kundi finna sendingina, var einans eitt stórt tómur purpurlittur kassi, skrivar Ritzau.
Tað tók 20 minuttir áðrenn Musk skrivaði, at talan helst var um eitt álop.
- Vit halda fram við einum minni tali av lurtarum, sum longu lurta, og so leggja vit upptøkuna av samrøðuni út seinni, skrivaði Elon Musk um hálvgun tvey-tíðina.
Elon Musk, sum eisini eigur rúmdarfyritøkuna SpaceX og elbilaverksmiðjuna Tesla, hevur í fleiri førum upplýst, at hann stuðlar Trump at gerast amerikanskur forseti aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald