placeholder
Mentan

Samstarv millum Býarbókasavnið og Tjóðskjalasavnið

Tjóðskjalasavnið fær við hesum eyka møguleika fyri at bjóða lesistovubrúkarum sínum enn betri umstøður, við at vera meira sjónlig mitt í býnum og við at bjóða viðskiftafólki góða atgongd og hentleikar

Vígdis Bjarnadóttir, virkandi leiðari á Býarbókasavninum, Sámal Tróndur Finsson Johansen, stjóri á Tjóðskjalasavninum, Heðin Mortensen, borgarstjóri og Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Vígdis Bjarnadóttir, virkandi leiðari á Býarbókasavninum, Sámal Tróndur Finsson Johansen, stjóri á Tjóðskjalasavninum, Heðin Mortensen, borgarstjóri og Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-12-01 18:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farnu viku skrivaðu Tjóðskjalasavnið og Tórshavnar kommuna undir samstarvsavtalu.

Endamálið er at menna og skipa samstarvið millum Býarbóksavnið og Tjóðskjalasavnið - í fyrsta umfari við fjarlesistovu á Býarbókasavnium til tilfar frá Tjóðskjalasavninum, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuna.

Tjóðskjalasavnið hevur til endamáls at tryggja varðveitingina av savnsskjølum, sum hava søguligt virði og hava fyrisitingarligan og rættarligan týdning fyri borgarar og myndugleikar. Tjóðskjalasavnið skal syrgja fyri, at varðveittu savnsskjølini altíð eru tøk hjá myndugleikum og almenninginum.

Tjóðskjalasavnið fær við hesum eyka møguleika fyri at bjóða lesistovubrúkarum sínum enn betri umstøður, við at vera meira sjónlig mitt í býnum og við at bjóða viðskiftafólki góða atgongd og hentleikar. Eisini er ætlanin at hava framsýningarmontru og aðra miðling av áhugaverdum skjølum hjá Tjóðskjalasavninum, skrivar kommunan.

Ætlandi byrjar tænastan á Býarbókasavninum í februar 2022, og verður nærri kunnað um hetta í januar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder