Uttanríkispolitisku nevndirnar í tingunum í Grønlandi, Føroyum og Danmark fara nú undir at halda regluligar fundir fyri at viðgera trúnaðarmál av uttanríkis- trygdar- og verjupolitiskum týdningi fyri ríkisfelagsskapin.
Hesum boðar Sambandsflokkurin á Fólkatingi frá. Talan er, sambært skrivi frá flokkinum, um enn eitt stig á leiðini at nútímansgera ríkisfelagsskapin.
Stjórnirnar í teimum trimum londunum hava í eina tíð samstarvað um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitik. Samstarvið verður nú víðkað til lóggávutingini í ríkisfelagsskapinum.
Avtala er gjørd millum uttanríkispolitisku nevndina í fólkatinginum og uttanlandsnevndirnar í Føroyum og Grønlandi, um at hittast regluliga at umrøða trúnaðarmál.
Sambandsflokkurin á Fólkatingi fegnast um, at fyrsti fundur millum nevndirnar verður í Grønland í samband við ríkisfundin 6. til 9. juni. Hesar dagarnar hittist eisini samstarvsráðið millum stjórnirnar.
- Hetta eru stórtíðindir og ein skilagóð avgerð, sum uttanlandsnevndirnar hava tikið stig til. Tað er av alstórum týdningi, at vit fólkavaldu í Føroyum, Danmark og Grønlandi fáa møguleikan at viðgera uttanríkis-, trygdar- og verjumál í trúnaði. Felags vitan um hesi viðurskifti fer at skapa eitt betri avgerðargrundarlag, sigur Anna Falkenberg í skrivinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald