Mentan

Samstarvið millum G! og Okkara heldur fram

Okkara fer at veita allar drykkjuvørur á G! festivalinum komandi fýra árini

2018-07-06 15:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu fýra árini hava G! festivalurin og brýggjaríið Okkara samstarvað ígjøgnum eina stuðulsavtalu. Nú er avtalan long í fýra ár afturat, og hetta merkir, at ølið hjá brýggjarínum á Velbastað eisini verður at fáa á G! festivalinum tey næstu fýra árini. Hesum boðar Okkara frá í tíðindaskrivi.

Umboð fyri G! og brýggjaríið Okkara hava í dag undirskrivað eina samstarvsavtalu, ið merkir, at ølið hjá okkara framhaldandi verður at fáa á G! komandi fýra árini, eins og tað hevur verið síðan 2014, tá fyrsta avtalan millum partarnar varð undirskrivað.

Tað vóru Bogi Andreasen, nevndarformaður í G!, og Petur Petersen, sølustjóri í Okkara, sum undirskrivaðu nýggja sáttmálan millum partarnar.

"Samstarvið okkara millum hevur eydnast avbera væl hesi árini. Sum ølframleiðari eru vit tí sera fegin um at fáa møguleikan at halda fram at arbeiða saman við elsta og kendasta festivali í landinum. Fyri vørur okkara hevur tað verið og verður framvegis eitt pluss fyri okkum sum fyritøku at sleppa at vera ein partur av kveikjandi tónleikaumhvørvinum í Gøtu," sigur Petur Petersen, sølustjóri í Okkara.

Nevndarformaðurin í G! fegnast eisini um, at avtalan við Okkara er long í fýra ár afturat.

"Talan er um eina góða stuðulsavtalu, sum vit hava havt seinastu fýra árini, og tí fegnast vit stórliga um at hava fingið møguleikan fyri at halda fram.. Í Okkara hava vit fingið ein samstarvsfelaga, sum ikki einans letur drykkjuvørur til festivalin, men eisini er ein aktivur viðspælari. Tað eru vit sera fegin um," sigur Bogi Andreasen.

Í Okkara hava tey ongantíð verið í iva um, at tað var ein rættur vegur at fara, tá samstarvið varð tikið upp við væl umtókta festivalin, og tí ynskti fyritøkan sjálvandi at leingja avtaluna.

"Ein slík avtala er rættiliga nærliggjandi og viðkomandi fyri tveir partar sum Okkara og G!, og vit eru tí ómetaliga fegin um at kunna halda fram við væl eydnaða samstarvinum," sigur Petur Petersen, sølustjóri í Okkara.

Avtalan merkir, at allar drykkjuvørur, sum vera at fáa undir G! komandi fýra árini, framhaldandi verða veittar frá Okkara.

Í ár verður G! festivalurin í Syðrugøtu í døgunum 11. - 14. juli

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder