Stutt eftir at Ingilín Didriksen Strøm bað løgmann um at loysa seg úr starvið, viðgekk Aksel V. Johannesen, at hann var bilsin.
Erling Eidesgaard og Liljan Weihe staðfestu, at fólkaræði og fakta í málinum vigaðu meira enn nakað einstakt landsstýrisfólk ella ein samgonga í sær sjálvum.
Tað at Tjóðveldisfólkini "ikki gingu í takt", órógvar løgmann. Í samrøðu við Kringvarpið vil hann ikki dylja, at hetta órógvar stevið í samgonguni.
Sí eisini: Gingu móti floksleiðsluni og aðalstjórnini
Samstarvið og álitið er ikki at síggja á sama hátt nú, tó at álitið á Tjóðveldi sum samstarvsflokkur ikki er farin, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann vil ikki tosa um eitt møguligt samgonguslit vegna støðuna.
Til ber at síggja samrøðuna við Aksel V. Johannesen frá Degi og Viku HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald