placeholder
Mentan

Samstarvsavtala millum Runavíkar kommunu og Føroya Symforniorkestur

Sambært tvey-ára avtaluni kemur Føroya Symfoniorkestur at hava árliga konsert í Løkshøll, og fyrsta konsertin verður eftir ætlan í februar

Avtalan varð undirskrivað mánadagin (Mynd: Runavíkar kommuna)

Avtalan varð undirskrivað mánadagin (Mynd: Runavíkar kommuna)

2021-12-01 07:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, og Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Føroya Symfoniorkestri, skrivaðu mánadagin undir tvey-ára samstarvsavtalu.

Sambært avtaluni kemur Føroya Symfoniorkestur at hava árliga konsert í Løkshøll.

Tá Løkshøll varð bygd, varð atlit tikið til, at hon skuldi kunna hýsa symfoniorkestrinum, og kommunan fegnast tí um, at Løkshøll við avtaluni regluliga gerst karmur um klassiskan tónleik á hægsta stigi, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Fyrsta konsertin eftir avtaluni verður eftir ætlan fríggjakvøldið 18. februar komandi ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder