
Tórshavnar býráð samtykti í kvøl einmælt at játta 630.000 krónur til rampur í Nólsoy og í Havn soleiðis at nýggjasta strandfaraskipið, Erla Kongsdóttir, fær lagt at.
Ætlanin var, at Erla Kongsdóttir skuldi koma fyrr í ár, og so skuldi takast støða til, hvørjar møguligar tillagingar skuldu gerast á atløguplássini. Um skipið hevði komið til tíðina, hevði rúm tíð verið at gjørt tillagingar, til skipið skuldi brúkast sum avloysaraskip.
Loysnin er at hækka bryggjukantin við einari rampu, sum verður stoypt oman á bryggjuna. Tað ber ikki til at broyta verandi rampur, tí tær skulu framhaldandi brúkast til Ternuna.
Rampurnar verða umleið 10 metrar langar, og tí mugu tær staðsetast soleiðis, at tær eru sum minst til ampa á havnaøkinum, skrivar Tórshavnar kommuna.
Í Nólsoy er rampan staðsett í norðara enda á bryggjuni úti á Klivum, og í Tórshavn er rampan staðsett á sunnaru síðu av rampuni, sum Ternan brúkar.
Arbeiðið fyri báðar rampurnar kann gerast fyri 630.000 krónur. Alt eftir hvussu veðrið verður, og at flutningur av tilfari til Nólsoyar ikki seinkar arbeiðinum, kunnu rampurnar takast í brúk umleið 20. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald