Bernie Sanders, senator í Vermont, sum herfyri boðaði frá, at hann tók seg úr forsetavalstríðnum, hevur í dag formliga boðað frá, at hann stuðlar fyrrverandi varaforsetanum, Joe Biden.
Joe Biden, ið var varaforseti undir Barack Obama í tíðarskeiðnum 2009 – 2017, er nú vorðin endaliga valevnið hjá demokratunum, og er tað hann, ið skal bjóða sitandi forsetanum, Donald Trump, av í november.
Í dag varð ein samrøða millum Sanders og Biden stroymað umvegis heimasíðuna hjá Biden, har Sanders formliga boðaði frá, at hann nú stuðlar honum í stríðnum um at gerast næsti forsetin í USA.
Amerikanska forsetavalið skal eftir ætlan vera 3. november, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald