Innanlands

Sandoy Seafood fingið nýggjar eigarar

Nýtt felag hjá Óla og Ann-Dorith Nattestad hevur keypt flakavirkið í Skopun og á Sandi

Mynd: KVF

Mynd: KVF

2019-06-23 14:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sandoy Seafood hevur í dag fingið nýggjar eigarar. Tað veit Kringvarpið at siga í dag.

Fyri góðum tveimum vikum síðani boðaði Sandoy Seafood frá, at tey fóru at steðga virksemið, men nú bendir á, at nýggjar møguleikar eru fyri teimum 60 starvsfólkunum, sum vórðu uppsøgd hjá fyritøkuni.

Mowi, sum fyrr æt Marine Harvest hevur selt flakavirkini í Skopun og á Sandi til eitt nýtt felag hjá Óla og Ann-Dorith Nattested, og sambært Kringvarpinum hava partarnir skrivað undir sáttmála í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder