
Eysturoyartunnilin hevur nú skjótt verið opin fyri ferðslu í ein mánaða. Arbeitt verður framvegis við at bora næsta undirsjóvartunnilin, ið eftir ætlan letur upp fyri ferðslu seint í 2023.
Arbeiðið at bora Sandoyartunnilin varð tikið upp aftur í síðstu viku eftir jólafrítíðina. 51 metrar vóru boraðir, og nú eru 6.722 metrar av 10.785 metrum boraðir. Harvið eru næstan tveir triðingar boraðir.
Í Traðardali vóru boraðir 29 metrar - í alt eru 3.573 metrar boraðir har, og á Gomlurætt vóru 22 metrar boraðir í síðstu viku. Har eru nú í alt 3.149 metrar boraðir, skrivar Sanoyartunnilin á Facebook.
Gongst sum ætlað verður seinasta skotið í Sandoyartunlinum latið av um eitt ár ella so.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald