2026-01-26 08:24
Tíðliga í morgun var Sandoyartunnilin stongdur eina løtu.
Bummarnir fóru niður, tí brandskipanin í tunnilinum fór í gongd, men tað vísti seg tó, at eingin vandi var á ferð, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Orsøkin til, at skipanin fór í gongd var eitt tekniskt brek í einum brandskápi, og tað verður kannað nærri.
Tunnilin var stongdur frá klokkan 5.45 til klokkan 6.10.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald