2022-12-02 09:20
Í sambandi við familjusangleikin Julius í Likkudali, sum varð sýndur í Norðurlandahúsinum farna vikuskiftið, vóru sjey sangir framleiddir.
Sí eisini: Myndir: Julius í Likkudali frumsýndur í Norðurlandahúsinum
Tað eru kend nøvn innan tónleikin, sum hava snikkað tekstir og løg. So sum Jens Marni Hansen, Signar í Homrum, Beinir Troest Rasmussen og Hjørdis Johansen.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2022/11/25/890x590/16694174799mraccqfhd.jpg)
Flestu løgini framføra Ann Chanett Danielsen og Bjarki Virgarsson Trondesen, sum høvdu høvuðsleiklutirnar.
“Julius á veg” er útgivin fyrr, men er nú í nýggjari útgávu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald