Mentan

Sangirnir til 8. mars komnir út í bók

Turið Sigurðardóttir og Sprotin savna føroysku kvinnustríðssangirnar

2021-03-04 10:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Komandi mánadag er 8. mars og harvið eisini altjóða kvinnustríðsdagurin. Og nú ber til at tríva í nakrar av kvinnustríðssangunum, sum eru yrktir á føroyskum ella týddir til føroyskt.

Tað er Turið Sigurðardóttir, sum hevur savnað teir kendastu sangirnar í eini nýggjari bók, sum Sprotin nú gevur út. Heitið á bókini er ‘Kvinnustríðssangir’.

Í 1970’unum kom kvinnurørslan fyri seg, og árið 1975 varð Sameindu Tjóðum lýst sum kvinnuár. Í hesum sambandi kundu føroyskar kvinnur staðfesta, at allir sangirnir í Songbók Føroya fólks vóru um mannfólk.

Tær fóru at týða, yrkja og umyrkja. Men so leið tíðin, rørslan fánaði, og sangirnir fullu í gloymsku, men nú eru teir aftur til taks.

Bókin hjá Turið Sigurðardóttir lýsir í bitum tað, sum millum ár og dag hevur myndað føroyska kvinnustríðið.

Tekstirnir goyma í sær søguna, mynda tey ymsu stigini í orrustuni, og hvussu kvinnur vunnu sær rættindi bita fyri bita við bit og slit.

- Sangirnir vórðu sungnir og ljósprentaðir. So leið tíðin, sangirnir fullu í gloymsku, og tað varð ringari at fáa fatur á teimum. Við hesum hefti er eitt úrval av kvinnusangum til taks. Vónandi vekja teir eitt smíl og góð minni hjá nógvum, meðan tær ungu, sum ikki hava upplivað kvinnurørsluna, tí hon hevur ligið í einum aldudali, meðan tær eru vaksnar upp, hava her høvi at kunna seg við sangirnar og fáa eina fatan av hesum partinum av kvinnusøguni.

Les meira á heimasíðuni hjá Sprotanum   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder