
Í gjár, tann 7 apríl, byrjaði sangskrivaralegan, Nordic Music Camp, har tónleikarar úr øllum norðanlondum savnast á hotellinum á Viðareiði til eina viku við sangskriving og framleiðslu. Hetta er eitt serligt høvi, har tónleikarar úr ymsum londum koma saman at skapa nýggjan tónleik og menna síni listarligu evni.
Millum luttakararnar eru kend nøvn sum Linnea Henriksson úr Svøríki, ið hevur samstarvað við Jubel, Avicii og Per Gessle; Lárus Örn úr Íslandi, sum hevur verið tilnevndur sjey Grammy-virðislønir og arbeitt saman við tónleikarum sum Rihanna, Miley Cyrus, Madonna og MØ; Andreas Hedegaard úr Danmark, ið hevur samstarvað við nøvn sum Medina, Aqua og Martin Jensen; og Eline Noelia úr Noregi, sum hevur luttikið í norska Eurovision og skrivað sangir til stór nøvn innan K-POP, millum annað sangin "I AM" hjá IVE, ið gjørdist nummar eitt í Korea. Hennara nýggjastu verk fevna um samstarv við koreansku bólkarnar Kiss Of Life, Hyoyeon (Girls Generation), Miyeon ((G)I-dle) og Chung Ha.
Føroyar eru umboðaðar av Jasmin Mote, eisini kend sum Jazzygold, og Sakaris, sum býr og virkar í Íslandi til dagligt.
Nordic Music Camp er skipað av Danny Baldursson og Marie Møller Foged, og hevur til endamáls at styrkja sambondini millum norðurlendskar tónleikarar, soleiðis at tey kunnu læra av og stuðla hvørjum øðrum í at røkka hægstu listarligu málunum.
Framføra í Varpinum fríggjakvøldið
Tað er ofta, tá ið tónleikarar hittast og arbeiða saman í slíkum karmum sum á Nordic Music Camp, at nakað heilt serligt tekur skap. Og fyri tey, sum vilja fáa eitt lítið innlit í hesa kreativu orku, verður møguleiki at uppliva tónleik og sangir, sum eru sprotnir úr samstarvinum, tá eitt serligt kvøld verður hildið í Varpinum fríggjakvøldið 11. apríl – eitt kvøld við livandi tónleiki og nýggjum sangum í norðurlendskum høpi.
Í samband við tiltakið 11 apríl, verður eisini høvið at hoyra Danny & the Veetos, tá teir endiliga traðka aftur á pall við nýggjum løgum. Teir eru aftur, og lova eitt brak við nýggjum løgum og spennandi tiltøkum fyri framman.
Harafturat verður Claus Christensen, ið er kendur frá Demenskoret á DR, eisini við og skipar hann fyri einari kórløtu saman við áskoðarum. Tiltakið verður nakað heilt serligt, ið tú væntandi ikki hevur uppliva áður.
Claus Christensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald