Sangurin um Húsavík í nógv umrødda amerikansk-íslendska Netflix-filminum “Eurovision Song Contest: The Story of Fire Saga” er í uppskoti at vinna ein Oscar í ár sum besta upprunasang í filmi.
Sangurin “Husavik – My Hometown” er millum teir 15, sum enn eru upp á tal, men sum akademiið, ið letur Oscar virðislønirnar, skal skera niður á fimm innan 15. mars.
Sjálv handanin av Oscar virðislønunum verður í Los Angeles 25. apríl.
Tað var amerikanarin Will Ferrell, sum eisini spælir annan høvuðsleiklutin, ið gjørdi filmin um eina hugsaða hending, har eitt ókent íslendskt par úr Húsavík vinnur altjóða Eurovision sangkappingina.
Will Ferrell er sjálvur við at framføra “vinnarasangin” saman við svensku sangarinnuni My Marianne, sum leggur sangrøddina til Rachel McAdams, ið spælir kvinnuliga høvuðsleiklutin í filminum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald